MVG heimsmeistari í dart

Favoritturin, Michael van Gerwen, er aftur heimsmeistari

Michael van Gerwen, sum er styrkismettur sum heimsins besti, vann í kvøld PDC heimsmeistaraheitið við 7-3 sigri á tvífalda heimsmeistaranum, Gary Anderson.

 

Les eisini: MVG og Gary í finaluni

 

Gary Anderson tóktist væl fyri frá byrjan og var á odda 2-1, men so tók favoritturin yvir. 27 ára gamli hollendingurin vann síðani fimm sett upp í slag, meðan Gary Anderson hevði trupulleikar við at lukka.

 

Gary Anderson gjørdi eina roynd at kom inn í dystin aftur, men Michael van Gerwen vísti stórspæl. Hann endaði – heldur sigandi fyri ársins kapping – við at raka í bulls eye. Ongantíð hava spælararnir rakt so væl sum í ár. Tað sigur heldur ikki so lítið, at Gary Anderson setti met við flestum 180 arum, sum er tað mesta tú kanst fáa við trimum pílum, men endaði við at blíva nummar tvey.

 

Hetta er aðru ferð, at Michael van Gerwen vinnur heimsmeistaraheitið. Í 2014 bleiv hann tann yngsti heimsmeistarin í dart nakrantíð.