Mvg-krøv skulu ikki fyrnast

Sjálvstýrisflokkurin leggur í næstum fram uppskot, sum hevur til endamáls at tryggja rættarstøðuna hjá teimum, sum møguliga hava goldið ov nógv mvg fyri keyp av nýggjum bili Sambært skatta- og avgjaldskærunevndini hevur Taks í heimildarloysi kravt mvg av skrásetingargjaldi fyri nýggjar bilar í tíðarskeiðnum frá 1. mai 1999 til 27. apríl 2005, tá lógin varð broytt.

Taks hevur goldið einum bilakeypara mvg aftur, men verður samlaða bilakeypið hesi árini roknað saman, er talan um íalt 120 mió kr., sum eru kravdar ov nógv inn. Teir pengarnar vilja bilakeyparar sjálvandi hava hendur á, og seinasta árið eru hundraðtals mál og umbønir sendar Taks, sum tó hevur avvíst krøvunum. Eisini hóast skatta- og avgjaldskærunevndin hevur kravt, at boðini frá teimum verða fylgd.

Ein trupulleiki fyri bilakeyparar er, at tey ikki hava tíð at bíða, til Taks hevur fingið dómsavgerð um eina málið, sum er endurrindað. Hetta tí krøvini sambært Taks fyrnast eftir fimm árum. Og tað er hetta, sum Sjálvstýrisflokkurin vil steðga.

- Vit halda, at tað er í lagi, at málið er lagt fyri dómsvaldið, tí so fáa vit eina endaliga avgerð. Men endamálið má vera, at allir bilførarir, sum hava goldið túsundtals krónur ov fyri bilin, fáa peningin aftur, sigur Kári á Rógvi, sum hevur lagt uppskotið fyri Løgtingið.

Á landsfundinum hjá Sjálvstýrisflokkinum varð málið havt á lofti, og tá fanst Heðin D. Poulsen hvassliga at Taks.

- Hetta er valdsmisnýtsla av grovasta slag, og vil heita á tingmanningina um at leggja fram uppskot um at strika fyrningarfreistina sum skjótast, segði Heðin D. Poulsen á landsfundinum.