MVG-Málið
Rógvi Nybo
Meðan málið um meirvirðisgjaldið av skrásetingargjaldinum á nýkeyptum akførum í árunum 1999 til 28.apríl 2005 hevur verið í hæddini síðan dómur fall í Føroya Rætti tann 23.desember, hevur politiska andstøðan verið kúrr. Rættiliga kúrr. Einasta undantakið er Kári á Rógvi, sum hevur verið frammi við sínari greiðu meining, men kanska líka nógv sum doktari í jura, sum løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin.
Henda tøgnin hevur helst fingið mong at undrast, hvat er á vási, tá andstøðan vanliga er tilreiðar at garta upp, so skjótt møguleiki býðst fyri tí.
Men umsíðir tykist tó okkurt fara at henda. Formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, váttar, at tey í Tjóðveldi sótu á fundi saman í gjár og vendu málinum, og viðgjørdu støðuna, sum er íkomin eftir at Føroya Rættur hevur avsagt sín dóm.
- Spurningurin nú er um, hvussu landsstýrismaðurin kann tryggja, at borgarin fær eina rættvísa viðgerð. Vit kunnu sum so ikki gera nakað í Tinginum við at lóggeva og so framvegis, tí hetta er eitt mál hjá umsitingarliga valdinum, sigur Høgni Hoydal.
Í samráð í Fíggjarnevndini
Høgni Hoydal greiðir frá, at orsøkin til tøgnina er ikki tann, at tey eru bangin fyri at blanda seg upp í málið.
- Nei, vit sótu á fundi í gjár og viðgjørdu málið, nær málið kom fyri Tingið og hvar málið varð byrjað, og so framvegis, og ætlanin er nú at taka málið upp í Fíggjarnevndini, sigur hann.
Næstformaðurin í Tjóðveldi, Tórbjørn Jacobsen, er limur í fíggjarnevndini. Tórbjørn váttar, at hann í dag arbeiðir við einum skrivi til fíggjarnevndarformannin, Anfinn Kallsberg, har hann fer at heita á hann um at taka hetta málið upp til viðgerð í Fíggjarnevndini og har at fáa kallað Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann í Fíggjarmálum, inn til samráð.
Á djúpum vatni
Tórbjørn Jacobsen greiðir, eins og formaðurin, frá, at tað mest umráandi, og tað, sum málið í veruleikanum snýr seg um nú er, hvussu allir borgarar verða stillaðir líka fyri lógini.
- Vit vilja brúka hetta samráðið til at finna útav, hvussu Jóannes Eidesgaard ætlar at gera fyri at tryggja, at øll tey, sum eru partur av málinum – og ikki bara tey fáu sum høvdu tíð og orku at stevna TAKS – kunnu fáa eina rættvísa viðgerð, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Høgni Hoydal sigur, at Løgtingið hevur ikki nógv kort at spæla uppá í hesum málinum, og tað er umráandi at vita, hvønn veg málið vendur.
- Tað er lætt at spæla populist, og stilla seg at buldra í Tinginum, men tað er øgiliga lítið vit fáa gjørt í Tinginum. Nú er tað umsitingarliga valdið – landsstýrið - sum kann gera nakað, og kann tryggja, at umsitið verður á rættan hátt, sigur Høgni Hoydal.
Tórbjørn Jacobsen heldur, at málið tó er eitt sindur løgið.
- Eg haldi at Jóannes Eidesgaard er á ótrúliga djúpum vatni, tá hann kategoriskt situr og verjir seg móti einum dómi, sum er avsagdur í Føroya Rætti, sigur Tórbjørn Jacobsen.