MVG og hvat so?

Fleiri og fleiri hava verri og verri við at fáa endarnar at røkka saman í hesum landi.

Skattur og avgjøld av ymiskum slag avloysa hvørt annað, og tað hevur síðani havt við sær, at Føroyar eru vorðnar eitt av dýrastu londum í heiminum at liva í.
Arbeiðsmenn og arbeiðskvinnur sum hava sína dagligu gong á flakavirkjum kring landið munnu ganga í sínari óvissu og vóna, at tað kemur nakað av fiski upp á land, so tey kunna royna at vinna sær eitt sindur av peningi, so tey kunna gjalda fyri øll hesi lógarbundnu avgjøld, sum landsins myndugleiki hevur álagt teimum, kommunuskatt, landsskatt, MVG, sjúkrakassi, sjónvarpsgjald, oljugjald við meira, ja listin er langur.
Um hesar kvinnur og menn ikki klára at gjalda tað, sum er álagt teimum, er myndugleikin skjótur við at hótta hesu menniskju.
»Tit hava 14 dagar at gjalda tykkara skuld í, umikki goldið er innan xx-xx-xxxx verður skuldin send til innheintingar«
Ja soleiðis ljóðar tað, tá vit sum royna at gjald fyri okkum í hesum landi verða mint á, at vit skulu gjalda øll tey gjøld, ið eru áløgd okkum av landsins myndugleika, og tað er líkamikið  um vit  hava ráð ella ikki.
Tað sum eg eisini undrist á er, hvussu landsins myndugleiki hevur givið nøkrum fáum føroyingum loyvi til at stjala 10tals milliónir í MVG og koyra tað í egna lumma, uttan at nakað hendur.
Fyrst frá tí meiniga manninum, ið hevur verið noyddur at gjalda MVG fyri tað arbeiði sum hesi feløg hava gjørt fyri tey, tað vil siga eina eyka útreiðslu, áløgd av landsins myndugleika, og sum dýrkar arbeiði við 25%.
Síðani hugsi eg um hetta. Hvat nú, tá hesi feløg, ið hava havt stór arbeiði hjá kommunum við meira. Og har teir kanska fáa útgoldið 1 millión bara í MVG, stjal henda pening, uttan at blunka við, og harvið gera tað, at tapið hjá myndugleikanum ikki meira er tann eina milliónin, men kanska tvær milliónir, við tað at kommunan, ella hvør tað enn er, fer og søkir um at fáa MVGið aftur sum teir jú hava goldið til landið.
Hugsi síðani um, hvussu Taks kann lata nøkur fá sleppa at skylda milliónir, meðan onnur verða kravd eftir nøkrum fáum krónum.
Mær vitandi fara allar alarmklokkur í gongd, tá MVG skuldin fer upp um 100.000 krónur, ja hoyrt er um ein, sum var hóttur fyri 3 krónur.
Og tí er mín spurningur til tykkum hesin. Hvussu kunna 10tals milliónir gleppa ímillum fingrarnar á tykkum, uttan nakar veitt hvat, ella hví, og har tað samstundis ikki sleppa nakrar fáa krónur frá tykkara vakna eygað ljóðar sera merkiligt, má sigast.
Hvør hevur skylduna at hetta kann lata seg gera? Og hvør hevur ábyrgdina av hesum?
Hugsi aftur um tær barnafamiljur, arbeiðsmenn, arbeiðskvinnur, og tey gomlu, sum royna at gjald fyri seg, við teimum fáu krónum tey forvinna sær, og síðani skula standa og síggja, hvussu nøkur fá kunna stjala milliónir frá landinum, eitt land sum bara tosar um at skerja, lukka deildir á sjúkrahúsum, osv. Nei farið út og krevji hendan pening inn, hetta er okkara peningur, geri tykkara arbeiði.
ps
Hava tit nakra hóming av, hvussu kappingaravlagandi hetta er fyri tey feløg, sum gjalda tað, tey skulu, MVG við meira?
Tí hugsa, at kunna verða 25% bíligari av einum arbeiði, tí man ikki hevur hugsað sær at gjald tað MVG, sum man tekur inn, ja tá er ongin kjansir hjá tí sum er ERLIGUR.