MVG og Suðuroyartunnil á ársins fyrsta tingfundi

Løgtingið fer á tingfundi í morgun klokkan 11 at viðgera nøkur mál, sum hava við mvg og skattalógina at gera. Trý mál, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur lagt fram – og eitt mál um Suðuroyartunnil

Fyrsta málið er 1. viðgerð av løgtingsmál nr. 45/2019, sum er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald. Tað snýr seg um at hækka minsta gjaldið fyri skrásetingarskyldu í sambandi við mvg úr 30.000 upp í 50.000 krónur. Tað málið verður beint í Fíggjarnevndina.

Annað mál á skránni er løgtingsmál nr. 47/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt. Hetta málið snýr seg um at taka burtur tær forðingar fyri føroyskum heimavirki, sum eru í skattalóggávuni. Samstundis, sum broytingar verða gjørdar í skattalógini, verða broytingar gjørdar í mvg-lógini, sum m.a. bera í sær, at heimavirki gerst mvg-frítt.

Heimavirki er í uppskotinum skilmarkað sum heimavirkisvirksemi, sum í mesta lagi hevur ein árligan umsetning upp á kr. 50.000. Eisini hetta málið verður beint í fíggjarnevndina.

Triðja málið á skránni er løgtingsmál nr. 48/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.

Orsøkin til hetta uppskotið er, at freistin fyri nær søkjast kann um at fáa endurrindað meirvirðisgjald av íløgum í almannagagnligt frítíðarvirksemi (§ 3 a) og leigubústaðir (§ 3 b) gongur út 31. desember í ár. Neyðugt verður tí at leingja umsóknarfreistina, um hesar skipanir skulu halda fram.

Síðsta málið á tingfundinum í morgn er uppskot til samtyktar frá frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, um at stovna partafelag at gera undirsjóvartunnil til Suðuroynna, løgtingsmál nr. 51/2019

Hetta málið verður beint í Rættarnevndina.