Reykjavík:Tað er ikki rímiligt at leggja mvg á gistingar. Tað dýrkar óneyðugt og kann gera, at færri fólk velja at brúka føroysku gistingarhúsini. Tað kann órógva ferðavinnuna, sum er í ferð við at menna seg til eina rættiliga inntøkukeldu, sigur Heri Noclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya.
Tað hevur órógvað fólk í ferðavinnuni, at tað er komið fram, at tosað verður um at leggja mvg á tænastur í ferðavinnuni sum eitt nú gistingarnar á gistingarhúsum og hotellum.
Hetta er ein beinleiðis andsøgn, heldur stjórin á Ferðaráðnum, tí her er fyri ein stóran part talan um fremmandar pegnar, sum koma inn í landið. Og í teimum førum, har føroyingar velja at brúka sína feriu og sínar pengar á føroyskum gistingarhúsum, er talan um spardar pengar, sum annars kanska høvdu verið brúktir á útlendskum hotellum, vísir hann á. Hetta er beinleiðis at meta við, at vit løgdu mvg á hvørt kilog av fiski, vit flyta avlandinum.
Heri Niclasen vísir á, at kanningar, sum gjørdar eru við Háskóla Íslands vísa, at hvør króna, sum goldin er í ferðavinnuni kann, umroknað til samlaða inntøku í samfelagnum, faldast við 4,2.
Sum dømi kann nevnast, at leggja vit tøl frá Smyril Line og Atlantsflogi sman og siga, at tey bæði feløgini hava flutt fólk fyri 300 milliónir krónur, kunnu vit rokna við, at føroyska samfelagið hevur vunnið reiðiliga eina milliard av hesum ferðafólkunum, tá roknað verður við tí avleidda virksemi, sum stendst av hesum. Og tá er ferðaseðlasøla uttanlands ikki íroknað, sigur Heri Niclasen.
VestNorden
Heri Niclasen er stýrisformaður í Útnorður ferðavinnusamtakinum VestNorden Travel Board.
Hann sigur tað vera eina spennandi avgerð, grønlendingar hava tikið um at flyta næstu ferðavinnustevnuna til Keypmannahavnar.
Tað hevur seinni árini víst seg at vera eitt sindur truplari at fáa fólk at koma til Grønlands á stevnuna. Helst tí, at tað liggur langt burtur frá europeiska meginlandinum. Tað er dýrt at ferðast, og tað skal brúkast nógv eyka tíð.
Nú verður stevnan í Keypmannahavn, og tað kann merkja, at eitt nú týskir og hollendskir keyparar kunnu koma um morgunin og gera síni ørindi og so fara avstað aftur longu um kvøldið. Tað kann hava ta ávirkan, at tað samanlagt verða fleiri, sum vitja básarnar, væntar Heri Niclasen.
Tá grønlendski landsstýrismaðurin við ferðavinnumálum á samkomu týskvøldið alment kunngjørdi, at stevnan verður í Keypmannahavn, varð fráboðanin heilsað við lógvabrestum av teimum, sum luttaka á VestNorden Travel Mart í Reykajvík.
Umstøðurnar í Keypmannahavn eru góðar, vísir hann á. Norðuratlantiska Bryggjan er tøk til endamálið, og VestNordenn Travel Board hevur samtykt at innrætta hølini við møblum og tekniskari útgerð, so har verður liviligt og gott at arbeiða.
Hetland
Heri Niclasen fegnast um, at hetlendingar eru komnir við í VestNorden samstarvið sum stevnuluttakarar.
Hetlendingar eru eygleiðarar í samstarvinum og gerast neyvan fullgildugir limir, heldur stjórin á Ferðaráðnum.
Um ynskið hjá hetlendingum um at fáa fasta flogrutu millum Føroyar og Hetland, sigur hann, at tað ikki er sannlíkt beint nú, tí Atlantsflog hevur fingið ta stóru uppgávu einsamalt at flyta øll ferðafólkini millum Danmark og Føroyar.
Men tað hevði avgjørt verið áhugavert at havt betri samband við Breland, heldur Heri Niclasen. Tað kundi kanska fingið fleiri bretar at ferðast hendanveg. Sum er, eru teir ov fáir.
Hinvegin heldur hann ikki, at Hetland í dag er ment at vera tað portrið millum Bergen og Tórshavn til Skotlands, sum hetlendski ferðavinnustjórin hevur nevnt. Flutningsleiðin millum Lerwick og Aberdeen er ov tung til tað heldur Heri Niclasen. Ferjurnar, sum har sigla, klára ikki tann kapasitet, sum Norrøna hevur, vísir hann á.