Mykhailo eftir fýra mánaðir í russiskum fangilsi

- Soleiðis heldur Russland seg til Geneve-sáttmálan, og soleiðis ber Russland arvin hjá nazismuni víðari, er viðmerkingin hjá ukrainskum myndugleikum.

Mykhailo Dianov - fyri og eftir - at hann gjørdist russiskur krígsfangi.

Mykhailo Dianov var ein av monnunum, sum vardu nógv umrødda stálverkið Azovstal í Mariupol, har heili 11.000 fólk arbeiddu fyri russisku innrásina hin 24. februar í ár.

 

Myndin av skeggjuta hermanninum við kaffikoppinum, v-tekninum og stálinum í arminum fór kring heimin, meðan ein bólkur av ukrainskum hermonnum enn stríddust á stóra stálverkinum.

 

Eftir at hava verið í bardaga við russiskar herdeildir í fleiri vikur noyddust teir at enda at geva seg yvir. Harvið fekk Russland eftirlitið við strategiskt týdningarmikla býnum, Mariupol, har suðuri í Ukraina.

 

Eftir yvirgevingina vórðu hermenninir, sum tá vóru eftir á stálverkinum, fluttir burtur úr økinum sum russiskir krígsfangar.

 

Hósdagin komu fleiri av hesum heimaftur.

 

- Vit hava fingið 215 hermenn heimaftur, varð sagt av forsetaskrivstovuni hjá Volodymyr Zelenskyjs í ukrainskum sjónvarpi.

 

Afturfyri fekk Russland 55 krígsfangar utflýggjaðar, harímillum fyrrverandi ukrainska politikaran, Viktor Medvedtsjuk, sum er ein av vinunum hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin.

 

Í Ukraina er hann skuldsettur fyri landasvik.

 

Mykhailo Dianov, sum sæst á myndini ovast í hesi grein og inni í tekstinum, var ein av fangunum, sum vórðu leysgivnir úr russiskum fongsli, og hann kom aftur til Ukraina í gjár.

 

Ukrainskir myndugleikar hava almannakunngjørt myndir av nøkrum av fangunum, og myndin av Mykhailo Dianov er sambært ukrainskum myndugleikum ein av hesum.

 

##med2##

 

Myndin vísir ein mann, sum er ógvuliga rak, og har rivjabeinini týðiliga síggjast. Nøsin sær eisini út til at hava fingið ein umgang. 

 

- Men, í mun til aðrar fangar hevur hann yvirlivað russiskt fangilsi. Soleiðis heldur Russland seg til Geneve-sáttmálan, og soleiðis ber Russland arvin hjá nazismuni víðari, er viðmerkingin hjá ukrainskum myndugleikum.

 

Meira um viðurskiftini hjá ukrainskum fangum í russiskum fongslum kann lesast á heimasíðuni hjá Verdens Gang - www.vg.no

 

 

 

 

 

Mykhailo Dianov - fyri og eftir - at hann gjørdist russiskur krígsfangi.

Her er Mykhailo Dianov heima aftur hjá vinfólki í Ukraina.