Strandferðsla
Vágar:Mykinesleiðin er boðin út, og eitt privat felag í Vestmanna hevur fingið siglingina.
Tað verður framvegis Súlan, sum í summar fer at sigla út í Mykines. Men tað eru ikki Strandfaraskip Landsins, sum fara at gera skipið út. Tað er felagið Sea Service hjá Palla Lamhauge í Vestmanna, sum stendur fyri siglingini í summar.
Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari á Strandfaraskipum Landsins, sigur, at tá boðið varð út, hevði felagið í Vestmanna lægsta boðið, sum so tikið varð av.
Sáttmálin, sum gjørdur er við Sea Service, er bara galdandi fyri summarsiglingina í ár.
Tað kemst av, sigur Poul Jákup Thomsen, at Skipaeftirlitið arbeiðir við at gera reglur fyri ferðafólkaflutning við glastrevjabátum og -skipum. Men tað er líkt til, at tað dregur eitt sindur út, og tí er hendan avtalan so gjørd fyri siglingina í summar.
Tað er ikki vist, at tað verður Súlan, sum fer at sigla út í Mykines eitt annað ár, greiðir Poul Jákup Thomsen frá. Arbeitt verður við at finna eitt størri skip, sum eisini gongur skjótari enn Súlan, sigur hann.
Tað kemur meira enn so fyri, at Súlan ikki tekur alt fólkið, sum ætlar sær til Mykinesar um summarið, og tí trupulleikanum kann sleppast undan við størri skipi.