Mykja frá topp til tá

Ein arbeiðsmaður hjá IRF var óheppin og stóð fyri, tá mykja sprændi úr nøkrum vombum, sum onkur hevði koyrt í ruskbingjur, ótømdar.

Eitt heldur keðiligt óhapp hendi á ruskplássinum hjá Vága kommunu í gjár.

 

Tá fólk frá IRF vóru í ferð við at tøma bingjurnar, var ein maður so óheppin at standa fyri, tá mykja brádliga sprænir úr einu bingjuni. Orsøkin er, at onkur ikki hevur tømt vemburnar, áðrenn viðkomandi hevur koyrt ruskið frá slaktinum burtur. Úrslitið var, at maðurin var tann bera mykja, frá topp til tá, og mátti sjálvandi fara heim at vaska sær.

 

Eftir øllum at døma hevur IRF givið Vága kommunu av grovfílini fyri hendingina, tí Vága kommuna ger ikki minni enn at geva manninum eina almenna umbering fyri hendingina.

 

Bæði Vága kommuna og IRF heita inniliga á fólk, um at minnast til at tøma vemburnar, áðrenn tær verða koyrdar í bingjurnar.