Enn einaferð hittast strandalondini í eini roynd at fáa semju um býtið av svartkjaftinum og norðhavssildini fyri 2016. Hesaferð hittast londini í Reykjavík, og samráðingar eru í dag og í morgin.
Í Felagnum Nótaskip vita tey at siga, at londini á síðsta samráðingarfundi í London í oktober samdust um at fylgja tilmælinum hjá ICES um heildarkvotuna, sum verður 317.000 tons. Hinvegin eru londini ikki samd um eitt nýtt býti.
- Føroyar søgdu í 2013 hinum londunum frá, at vit ikki longur kunnu góðtaka gamla býtið, har Føroyar eiga 5,16 prosent av heildarkvotuni. Í 2013 settu Føroyar sær eina kvotu á 105.000 tons, og í 2014 og 2015 var kvotan sett til 40.000 tons.
Í Felagnum Nótaskip vita tey at siga, at í 2013 stóðu Føroyar uttanfyri avtaluna, meðan hinir fýra partarnir hildu fram í gomlu avtaluni. Í 2014 og 2015 høvdu hini londini heldur ikki fýra-parta avtaluna, og tí settu londini kvoturnar hvørt í sínum lagi.
Lagt verður aftrat, at svartkjaftasamráðingarnar verða mikudagin og hósdagin, og her eru londini hvørki samd um heildarveiðuna ella býtið. Bæði ES og Føroyar krevja ein størri kvotapart.
- Í 2015 mælti ICES til, at heildarkvotan varð sett til 840.000 tons, men londini samdust um at seta kvotuna til 1.260.000 tons. Harumframt ásetti Noreg sær eina eyka kvotu á 120.000 tons, sum svar uppá, at ES ikki vildi geva Noreg atgongd til at fiska sína kvotu í ES-sjógvi.
Í Felagnum Nótaskip vita tey eisini at siga, at ICES fyri 2016 mælir til at áseta svartkjaftakvotuna til 776.000 tons, og tað er ein niðurskurður á 38 prosent í mun til heildarkvotuna í 2015.