– Vit hava havt ymsar trupulleikar, men tað gongur spakuliga framá.
Tað sigur Bjarti Thomsen, tá vit spyrja hann, hvussu tað gongur við at fáa vindmylluna hjá Nólasoyar Orkufelag, sum hevur staðið uppi í Nólsoy í fleiri ár, at framleiða streym.
Barti Thomsen sigur, at tað gekk heldur illa, tá teir royndu mylluna síðsta summar, og teir máttu tá fáa fatur á fleiri eykalutum.
– Í vetur hevur ligið illa fyri at arbeitt, og tí eru vit ikki farnir í gongd aftur fyrr enn nú. Vit hava mest sum hildið frí í vetur, sigur Bjarti Thomsen.
Hann sigur, at arbeiðið verður gjørt í frítíðini, og tí gongur tað ikki so skjótt.
Verkætlanin hjá Nólsoyar Orkufelag hevur fingið 1,8 milliónir krónur í almennum stuðuli frá Innlendismálaráðnum. Harumframt er eginpeningur upp á 300.000 krónur.
– Tórshavnar kommuna hevur eisini játtað okkum 100.000 krónur, men tær hava vit ikki fingið útgoldnar enn, sigur Bjarti Thomsen.
Tað er altso ikki ein fíggjarligur spurningurin at fáa verkætlanina lidna. Trupulleikin hevur verið avbjóðingar við vantandi eykalutum.
– Vit fara at royndarkoyra hana aftur um vikuskiftið, sigur Bjarti Thomsen.