Hóast tvær vindmyllur hjá SEV í Neshaga hava fingið skaða og ikki eru virknar, og hóast meira enn ein mánaður er liðin, síðani seinna myllan fekk skaða, standa tær enn sum órudd.
Í tíðindaskrivi á síni heimasíðu hin 7. mars í ár boðaði SEV annars frá seinna skaðanum og legði aftrat, at fólk hjá SEV vóru á staðnum og at fólk frá tryggingini eisini vóru á veg at sýna skaðan.
Men framvegis fylla tær báðar brotnu vindmyllurnar nógv á staðnum, har tær liggja, og fólk, sum javnan koma um hesar leiðir, vóna, at knústu vindmyllurnar skjótt verða burturbeindar.
Talan er um tryggingarskaðar, so tí liggur málið í hondunum á tryggingini nú, sigur Anders Nedergaard-Hansen, deildarleiðari fyri framleiðsluna hjá SEV.
At tað hevur drigið út, stendst fyri ein part av, at ein skaðafrágreiðing skal skrivast og onkrir deilir sendast niður til kanningar, men tryggingin hevur lovað, at farið verður undir uppruddingina sum skjótast, sigur hann.