Mylnan latið upp nýggja deild

- Fólk her á leiðum eru glað fyri at fáa ein stóran matvøruhandil í grannalagnum, sigur Dánjal Jespersen, leiðari í Mylnuni, sum læt deild upp í Jónas Broncksgøtu í morgun

Bakaríið Mylnan breiðir seg alsamt. Síðani SMS yvirtók bakaríið hevur Mylnan latið upp deild á Smyrilsvegi – fyri tveimum árum síðani – og í morgun læt enn ein deild hjá fyritøkuni upp, hesaferð í Jónas Broncksgøtu.

- Væl av fólki hevur verið inni á gólvinum í morgun, og vit hava bara hoyrt gott um, at vit nú lata handil upp her. Fólk herum vegir eru ógvuliga glað fyri, at fáa ein stóran matvøruhandil í grannalagnnum, sigur Dánjal Jespersen, leiðari í Mylnuni.

Síðani ein deild av Mylnuni læt upp á Smyrilsvegi, hava tey merkt ein alsamt vaksandi tørv á slíkum bakaríútsølum/matvøruhandlum. Við hesum handlinum í Jónas Broncksgøtu er tørvurin so nøktaður fyri eysturbýin. Hvussu verður í vesturbýnum er kortini eingin støða tikin til enn.

- Tað kundi verið ynskiligt og logiskt at hugsa tann vegin, men fyribils fara vit so at síggja tíðina ann og vita, hvussu tað fer at hilnast við handlinum her, sigur Dánjal Jespersen.

Mylnan í Jónas Broncksgøtu er bygd upp eftir sama konsepti sum á Smyrilsvegi, og upplatingartíðirnar verða tær somu, frá sjey á morgni til ellivu á kvøldi hvønn dag í vikuni. Talan er bert um heilt fáar dagar í árinum, at handilin ikki er opin.

Tað vísir seg, at kundin vil hava møguleika at handla størri part av døgninum, og tað ynski mugu vit royna at eftirlíka. Tað er stutt sagt neyðugt at fylgja við tíðini, sigur Dánjal Jespersen.

Enn verður alt hjá Mylnuni bakað í bakarínum uppi í Berjabrekku. Tá vit spyrja, um umstøðurnar har eru nøktandi sigur Dánjal Jespersen, at tað byrjar at gerast heldur trongligt. Men hann vil kortini ikki gera viðmerkingar til, um teir umhugsa eitt størri bakarí, kanska í vesturbýnum.