Myndaódn í Havn

Aftur í ár verður høvi hjá listaáhugaðum at uppliva ein sannan meldur av dygdargóðari list á teirri árligu Myndaódnini.

Myndaódnin er framsýning við einum úrvali av verkum, sum eru framleidd í Steinprenti í brátt farna ári. Hetta er fimtu ferð, Myndaódnin verður hildin og framsýningin í ár verður merkt av eini serframsýning við prentum hjá Bárði Jákupsson, sum verður heiðraður í sambandi við, at hann fyllir 70 ár Tollaksmessudag. Eisini verða myndir hjá Tóroddi Poulsen, Hansinu Iversen, Torbirni Olsen, Marius Olsen, Fríðu Matras Brekku, Anne Riis Bovbjerg, Julie Sass og fleiri við á hesi sera fjølbroyttu framsýningini, sum letur upp fríggjadagin. Kurator er Kinna Poulsen.

Myndaódn
Steinprent í Havn
22/11 kl. 16.00-20/1