»U2 and I« kallast framsýningin, tveir av limunum í U2 vóru til staðar, tá ið fernisering var. The Edge og Bono stukku inn á gólvið hjá myndmanninum, sum hevur fotograferað U2 í fleiri ár. Hansara myndir hava verið brúktar til kápuna á útgávum hjá U2, og nú ber til at síggja hesar myndir og aðrar, sum ikki eru brúktar alment á framsýningini í New York. (Mynd: Scanpix)