Teitur Olsen, sølumaður í Miðlahúsinum, sæst her við Føroya Myndakalendara 2022. Kalendarin fæst til keyps í handlum kring landið fyri 99 krónur - tá er hann í brævbjálva klárur at senda. Virki kunnu eisini fáa kalendaran við egnum búmerki á. Prísdømi: 10 kalendarar við búmerki á kosta 730 krónur umframt meirvirðisgjald

Myndakalendarin komin fyri 43. ferð

Góði gamli Føroya Myndakalendari, sum Jákup Andreas Arge saman við konuni Solveig gav út í 30 ár, fæst nú aftur í handlunum. Hetta er 13. útgávan hjá Miðlahúsinum av Føroya Myndakalendara

 

Teitur Olsen, sølumaður í Miðlahúsinum, sæst her við Føroya Myndakalendara 2022. Kalendarin fæst til keyps í handlum kring landið fyri 99 krónur - tá er hann í brævbjálva klárur at senda. Virki kunnu eisini fáa kalendaran við egnum búmerki á. Prísdømi: 10 kalendarar við búmerki á kosta 730 krónur umframt meirvirðisgjald

Tað var á vári í 2009, at Jákup Andr­eas Arge og konan Solveig, lótu rættindini til Føroya Mynd­a­kal­end­ara til Miðlahúsið at geva út. Tá høvdu tey latið 30 útgávur av kal­en­da­ra­num úr hondum, og nú er hann komin fyri 43 ferð.

 

Hugskotið til myndakalendaran fekk Jákup Andreas Arge einaferð í sjeyt­i­árunum, tá hann fekk eygað á ein ís­lendskan myndakalendara, sum hekk inni á gomlu Gjalds­stov­uni á Kongabrúnni í Havn. Hann átti hóp­in av føroyskum myndum, sum hann kundi brúkt til ein slíkan kal­end­ara. Hann setti seg í samband við ís­lendsku prentsmiðjuna Kass­a­gerð, sum gjørdi íslendska mynd­a­kal­end­aran. Hann fór yvir til Ís­lands, har hann fekk avtalu í lag við Kassa­gerð, um at teir skuldu prenta føroyska mynda­kal­endaran. Føroya Myndakalendari varð sera væl móttikin, bæði av fólki í Før­­oy­um og úti í heimi. Nógvir stovn­­ar og fyritøkur keypa ka­lend­ar­ar við sín­um egna navni og bú­merki á – og tað gera tey enn! 

 

Jákup Andreas Arge tók nógvar mynd­ir úr tyrlu, sum gjørdi tær sera for­kunn­ug­ar, tí vit vóru ikki so von við at síggja Føroyar úr erva. 

 

Nógvar myndir í nýggjasta kal­end­a­r­anum eru eisini tiknar úr erva, men nú er ikki longur neyðugt at fara upp í tyrlu at taka myndir, tí hesa­ferð hevur Ólavur Frederiksen tik­ið fleiri av myndunum við dronu.

 

Jens Kristian Vang tók í nógv ár mynd­ir­nar til kalendaran, men hes­a­­ferð er tað Ólavur Fred­e­rik­sen, sum hev­ur tikið sær av tí ar­beið­i­num.

 

Longu frá fyrstan tíð fekst kal­­end­ar­in við brævbjálva – og so­leið­is er enn, so tað er sera ó­mak­a­leyst at senda ein kalendara til vinir og kenn­ingar uttanlands, tað er bert at skriva adressuna á bjálvan og seta frí­merki á.

 

Føroya Myndakalendari hevur í nógv ár verið fast innbúgv í teimum flestu før­oysku heimunum og í nógv­um útlendskum heimum við.

 

Tá tann 30. myndakalendarin í røðini kom á gøtuna í 2009 boðaðu hjún­ini Jákup Andreas og Solevig Arge, sum í 30 ár høvdu givið kal­end­ar­an út, frá, at hetta fór at vera tann síðsti. Tá tað kom fram, at tann síðsti myndakalendarin kom út, høvdu fólk hug at tala at. 

 

– Ein kona hevur júst verið inni á gólvinum og sagt, at vit mugu ikki gev­ast, tí hon kundi ikki vera kal­end­ar­an fyri uttan, men avgerðin er tik­in...

 

Soleiðis greiddi Jákup Andreas Arge Sosialinum tá.

 

– Kalendarin er góður am­bassa­dør­ur fyri Føroyar, og hann liggur ikki í eini skuffu, men kemur á vegg­in at hanga. Og so mugu tey hava ein nýggj­an hvørt ár, tí merki kemur í vegg­in, ið falmar av sólini, legði Ják­up Andreas skemtandi afturat.

 

Men tað endaði sum kunnugt við, at Miðlahúsið tók yvir, og er tann 13. kalendarin úr Miðlahúsinum komin á gøtuna. 

 

Kalendarin fæst sum kunnugt til keypst í handlum kring landið fyri 99 krónur. Og er onkur, sum vil hava sítt egna búmerki á kalendaran, so er bara at ringja til Miðlahúsið 341800 ella skriva til [email protected]

 

Dømi: 10 kalendarar við egnum bú­merki á kosta 730 krónur um­framt meir­virð­is­gjald.

 

 

 

Føroya Myndakalendari er ein hent jólagáva og saman við kalendaranum er eisini ein prentaður brævbjálvi til endamálið.

 

Kalendarin verður nógv seldur til virki, sum eitt nú lata hann sum jólagávu til kundar, starvsfólk og veitarar.

 

Teitur Olsen, sølumaður í Miðlahúsinum, sæst her við Føroya Myndakalendara 2022. Kalendarin fæst til keyps í handlum kring landið fyri 99 krónur - tá er hann í brævbjálva klárur at senda. Virki kunnu eisini fáa kalendaran við egnum búmerki á. Prísdømi: 10 kalendarar við búmerki á kosta 730 krónur umframt meirvirðisgjald