Tórshavnar kommuna hevur tikið stig til at seta upp tríggjar myndasúlur í miðbýnum, og Norðurlandahúsið fekk sum tað fyrsta møguleikan at brúka tær til eina framsýning í sambandi við 30 ára føðingardagin 8. mai.
Undir heitinum Minnist tú er eitt úrval gjørt burturúr stóru rúgvuni av myndum frá teim mongu og fjølbroyttu tiltøkum, sum hava verið í Norðurlandahúsinum síðani húsið lat upp 8. mai 1983. Tað er Ole Wich, sum hevur valt myndirnar út, sett saman og sniðgivið framsýningina, sum fevnir um 9 stórar plakatir.
Myndirnar eru tíðarfestar og hava ein tekst, sum sigur frá, hvørjum tiltaki, myndin er frá. Tað er fyrst og fremst úr savninum hjá Sosialinum og Dimmu, myndamonnunum Alan Brockie og Ole Wich, at myndirnar eru fingnar til vega, umframt tær myndir, sum Norðurlandahúsið sjálvt eigur.
Fólk fáa sostatt høvi at ganga framvið, vónandi steðga á og minnast nakrar góðar løtur úr Norðurlandahúsinum.