Myndatól skulu eygleiða fólk á almennum støðum

- Tað skal vera lógligt at seta upptøkutól upp ymsastaðni fyri at hjálpa løgregluni at avdúka brotsverk, sigur Marjus Dam, formaður í rættarnevndini. Tað kann eisini avdúka um løgreglan brúkar óneyðugan harðskap, sigur hann

Brotsverk

Áki Bertholdsen
[email protected]

Tað eigur at verða loyvt at seta upptøkutól upp ymsastaðni á almennum støðum fyri at hjálpa løgregluni at avdúka brotsverk.
Tað heldur Marjus Dam, løgtingsmaður, sum eisini er formaður í rættarnevndini.
Afturvendandi kjakið um tað skal vera loyvt at seta upptøkutól upp á almennum støðum fyri at uppklára brotsverk og fyri at forða fyri brotsverkum, er nú eisini komin til Føroyar.
Um vikuskiftið bar løgreglan tey tíðindi, at ein ungur drongur var illa hagreiddur á Tinghúsvegnum í Havn og fyribils er frágreiðingin tann, at talan var um eitt rasistiskt álop á drongin, tí hann er littur.
Fólkaflokkurin hevur eitt upptøkutól í flokshølunum á Gamla Apoteki, sum vísir niðan ímóti Tinghúsvegnum og í Løgtinginum í gjár upplýsti Jørgen Niclasen, tingmaður, at løgreglan hevði spurt eftir upptøkunum hjá hesum myndatóli í eini roynd at avdúka álopið á tann litta drongin.
Men tað er ólógligt at goyma slíkar upptøkur og tí eru tær ikki longur til skjals.

Uppklára og fyribyrgja
Hinvegin er tað ein spurningur, um tað yvirhøvur skal vera loyvt at seta upptøkutól upp ymsastaðni á almennum støðum fyri at hjálpa løgregluni at uppklára brotsverk og fyri at fyribyrgja at brotsverk henda.
Ein av teimum, sum heldur, at tað er í ordan, at vit taka eitt slíkt, víðgongt amboð í brúk, er Marjus Dam.
- Men at brúka slíkar upptøkur til at avdúka álvarslig brotsverk sum harðskap, rúsevnasølu og aðrar líknandi brotsverk, haldi eg, er í lagi.
Men hann heldur eisini, at hetta kann brúkast til at fyribyrgja brotsverk.
- At fólk vita, at slík upptøkutól eru í brúki og standa víða hvar, kann fáa fólk at sissa seg og at hava nevarnar í lummanum, heldur enn at brúka teir, leggur hann afturat.
Marjus Dam vísir eisini á, at slíkar upptøkur kunnu eisini brúkast til at avdúka um løgreglan brúkar óneyðugan harðskap, tá ið hon er til arbeiðis.

Mugu verja rættartrygdina
Hann er fullgreiðir yvir, at summi halda, at hetta er at ganga rættartrygdini ov nær.
Hann er eisini fullgreiðir yvir, at stórur vandi er fyri, at vit ganga rættartrygdini hjá fólki ov nær.
- Í einum landi við fólkaræði hava øll rætt til at privatlívið er vart.
Tí er hann eisini fullgreiðir yvir, at strangar reglar eiga at verða settar fyri, hvør fær atgongd til slíkar upplýsingar og hvussu tær kunnu brúkast.
- Tað kann ikki koma upp á tal at brúka slíkar upplýsingar til at finna útav, hvør fylgist við hvørjum ella fyri at avdúka onkran, sum gongur tvørtur um vegin, hóast tað lýsir reytt.
- Men vit hava sanniliga eisini skyldu til at tryggja, at rættartrygdin er vard hjá øllum teimum mongu, sum lýða landsins lógir.
- Tí haldi eg, at tað er rætt at brúka ta tøknifrøði, vit hava, til at tryggja rættartrygdina hjá teimum, sum eru fyri álopum. Tí haldi eg, at løgreglan eigur at sleppa at brúka upptøkutól, so at tey, sum gera seg inn á fólkaræðið og rættartrygdina hjá fólki, eisini verða drigin til svars fyri tað, sigur løgtingsmaðurin.
Hann ivast eisini í, um tann ovurstóri meiriluti av fólki, sum lýðir landsins lógir ikki ger haltari hønu mein, hevur nakað sum helst ímóti slíkum upptøkutólum, sum kunnu avdúka tey brotsverk, sum eru.
- Tey hava onki at krógva, sigur hann.

Skilagóð loysn
Hann vísir á, at í londum rundanum okkum, er meiri og minni umfatandi brúk av upttøkutólum og tað heldur hann, at vit eiga at fáa hjá okkum.
Tað er heldur ikki ókent, at handlar av ymsum slagi hava sett upptøkutól upp fyri at forða fyri stuldri.
Hann ger tó vart við, at hetta er ikki eitt mál, sum er viðgjørt í samgonguni ella í sambandsflokkinum og tí tosar hann bara sína egnu vegna.
- Tað er heldur ikki so langt síðani, at eitt myndatól í eini farteledon avdúkaði ein mann, sum var ónæriligur ímóti nøkrum gentum.
Marjus Dam sigur, at nú er kjakið um upptøkutól á almennum støðum, reist og hann ivast ikki í, at Sambandsflokkurin altíð er áhugaður í at tryggja borgaran mest møguligt ímóti atsóknum.
Hann leggur afturat, at hetta er danskt málsøki og skal nakað gerast í hesum føri, skal tað ígjøgnum danskar myndugleikar. Men vil Landsstýrið, ivast hann ikki í, at tað hevði ikki staðið á fingið eina skilagóða loysn.