Birgith Jacobsen, hevur saman við Poulinu, Joanu og Jakobinu Heinesen í korona-tíđum, sum var, gjørt ein gamlan dreym til veruleika um eina framsýning viđ vovnum, føroyskum myndum (gobelin).
Tær hava savnað verk frá m.a.: Marionnu Matras, Susan í Jákupsstovu, Titu Vinter og Elsu Gotved, Astrid Andreasen, Edith í Jákupsstovu, Else Gotved og fleiri øðrum, at sýna tær fram í Spinnarínum 21. august til 5. september.
Tær lata væl at, at spinnarínum og hava fingið góða hjálpt til at hanga framsýningina upp m.a. frá monnum hjá KBI, sum tær eru rættiliga takksamar fyri.
Tað verður eisini skipað fyri undirvísing í veving. Undirvísingin verður í Miðstovuni á Norðoya Fornminnasavni. Men har er longu meir enn fullteknað.
Tað er Dina Hedegaard Nielsen frá Háskúlanum í Rødding, sum stendur fyri undirvísingini. Skeiðið tekur fýra dagar 28. til 31. august.
Framsýningin á Spinnarínum, sum heldur fram til 5. september, er opin frá kl. 11.00 til kl. 15.00 yrkadagar, sunnudagar frá 13.00 til 18.00.
Eftir gestabókini at døma, sum lá frammi, hevur framsýningin verið væl vitjað. Hetta kann sigast at vera ein klassikari av vevmyndum, sum at kalla bert stovnar eiga. Tó eru onkur fá verk til sølu.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##