Hetta er myndin, sum í gjárkvøldið ferðist kring allan heimin, eftir at Manchester United á ótrúligan hátt vann seg víðari til fjórðingsfinalurnar í Champions League við 3-1 sigri á Paris Saint Germain í París.
Les eisini: Bragdið í París - Manchester United er víðari
Á myndini er legendariski franski áleyparin, Eric Cantona, ið verður mintur sum maðurin, ið fekk Manchester United um mállinjuna, tá teir vunnu sítt fyrsta meistaraheitið í fleiri enn tjúgu ár í 1992. Hann er nokk best kendur sum Eric The King.
Les eisini: Hatta er brotsspark
Í miðjuni er maðurin, sum endurreisti Manchester United. Sir Alex Ferguson var í 26 ár venjari í felagnum, har hann millum annað vann 13 meistaraheiti og tvær ferðir Champions League.
So er spurningurin hvør maðurin til høgru er? Hann er í løtuni fyribilsvenjari í felagnum, men eftir dystin í gjár tykist lítil ivi verða um, at talan er eisini um komandi høvðusvenjaran í felagnum. Ole Gunnar Solskjær hevur hvørt staðið royndina, eftir at hann tók við eftir José Mourinho.