Myndir: Anna takkað fyri seg og Hanus tekur við

Anna Djurhuus fer frá sum leiðari fyri Bú- og heimatænastuna í Suðuroynni. Tað er Hanus Toftheyggj, ið tekur við sum leiðari.

Seinnapartin í dag var móttøka á Hamragarði í Vági, og høvið var, at Anna Djurhuus fer frá sum leiðari fyri Bú- og heimatænastuna í Suðuroynni. Tað er Hanus Toftheyggj, ið tekur við sum leiðari.

 

Sera nógv fólk var komið saman, tá Kristin Michelsen vegna stýrið fyri Bú- og heimatænastuna, beyð øllum vælkomunum, áðrenn hann takkaði farandi leiðaranum og heilsaði nýggja leiðaranum vælkomnum í starvið.

 

Móttøkan á Hamragarði í dag var frá kl. 16 til 18, og tað er ikki ov nógv sagt, at fullsett var í rúmligu hølunum á Hamragarði.

 

Tróndur Enni og Lív Næs settu dám á løtuna við sangi og tónleiki.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

Kristin Michelsen helt røðu vegna stýrið í Bú- og heimatænastuni.

Daimi Kjærbo, eindarleiðari, helt røðu.