Myndir: B71 føroyameistari í Gentur 16 (hálvur vøllur)

Í dag var seinasti dysturin leiktur í Gentur 16, sum leika hálvan vøll, og steypa-og medaljuhandan var á Sandi um middagsleitið.

Tað hevur gingist so mikið væl hjá Gentum 16 hjá B71, sum leika hálvan vøll, at tær longu fyri nøkrum umførum síðan gjørdust FM-vinnarar. 

 

Í dag, nú seinasti dysturin hjá teimum varð leiktur Inni í Dal á Sandi, vunnu genturnar hjá B71 2-1 á gentunum hjá EB/Streymi. 

 

Hetta gjørdist ein javnur dystur, sum kundi farið báðar vegir. Men, tá avtornaði fingu B71-genturnar sigursmálið nakrar minuttir fyri leiklok.

 

Dysturin varð leiktur í besta veðri í morgun, og eftir dystarlok fingu genturnar hjá B71 steyp og medaljur.

 

Formaðurin í B71, Karl Vidtfeldt, helt eina stutta røðu og handaði FM-vinnarunum steyp og medaljur.

 

Nú eftir seinasta dystin skipar B71 fyri lítlari hugnaløtu fyri gentunum Inni í Dal.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##