Myndir: Bubu undirhelt í Vágsbotni

Voxbotn er byrjað friðarliga

Voxbotn er nú endiliga farið av bakkastokki, og nógv fólk eru komin oman í Vágsbotn at hugna sær. Fyrsti parturin av kvøldinum er kanska serliga ætlaður børnunum - bæði Trøllaomman og Bubu hava undirhildið. 

 

Tá klovnurin Bubu fór á pallin, vóru nógvar barnafamiljur til staðar, og Bubu megnaði sum altíð at fáa smílið fram á áskoðarunum.

 

Myndamaður okkara var á staðnum, og hann hevur tikið nakrar myndir av tiltakinum við Bubu. Allar myndirnar kunnu síggjast í myndasavninum, men her eru nakrir brellbitar niðast í greinini.

 

Nógv annað er annars á skránni til Voxbotn í kvøld. Seinni verða Outlandis, Sanne Salomonsen, John Martin & Michel Zitron og  Sangað á skránni.

 

Her eru myndirnar frá Bubu-tiltakinum:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##