Ein byggikrani er koppaður á Óðinshædd í Havn, har Bústaðir arbeiðir við at byggja nýggjar íbúðir.
Kranin koppaði beint niður á bygningin hjá grannskoðaravirkinum Januar, meðan kranin varð reistur.
Bygningurin hevur fingið nakrar snuddir, men stórur skaði er ikki staðin av óhappinum, og eingin mannskaði var. Arbeiðseftirlitið er í ferð við at kanna málið.
Vit hava her nakrar myndir av koppaða krananum, sum tú kanst síggja her:
##med2##
##med3##
##med4##