Myndir: Dynamit fekk Vágsbø at kóka

Vágsbøur var á gosi sum sjáldan, tá ið Dynamit spældi í gjárkvøldið

Teir hava gjørt tað áður, og teir gjørdu tað aftur í gjárkvøldið.

 

Dynamit savnaði eina ovurhonds stóra fólkamongd á Vágsbø og fekk hana at syngja og dansa, so at tað kendist, sum bøurin kókaði av lívi og gleði.

 

Niclas Heri Jákupsson og Hans Jacob (Shalky) Nystrøm vóru sum vant á odda fyri bólkin, og teir sungu eitt hitt fyri og annað eftir. "Pápi tín býr ei í Tórshavn", "Gev mær eina øl", "Hví gongur Tom altíð skít?", "Á, lat meg vera" og allarstørsta hittið av øllum "Grøv nummar 13".

 

Dynamit er einfaldur og festligur poppur, men teir hava slíka undirtøku, at tú mást viðurkenna teirra sangir og framførslu til slíkt tiltak sum nakað heilt serligt.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##