Føroyska landsliðið hevur á døgurða havt sína seinastu venjing undan Nations League landsdystinum móti Andorra, sum verður á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19.45.
Brandur Hendriksson, sum bleiv skiftur út aftaná 11 minuttir móti Lettlandi, vandi aftur við fullari ferð og verður helst við frá byrjan. Aðrir spælarar eru nógv brúktir. Eitt nú fekk Odmar Færø ikki spælt seinastu minuttirnar móti Lettlandi fyri krampa, men eisini hann var á vøllinum.
Håkan Ericson staðfesti á tíðindafundinum, at bæði Jóan Símun Edmundsson og Brandur Hendriksson eru tøkir til dystin í annaðkvøld, men hann vildi ikki siga nakað, um um teir byrja ella ikki.
Føroyar spæla móti Andorra týskvøldið klokkan 19.45. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá klokkan 19. Dagurin verður merktur av landsliðsfótbólti, tí U21-landsliðið spælir móti Montenergo týsdagin klokkan 17. Tað verður landsliðsdámur á FM1 allan dagin. Upptakt til landsdystirnar verður millum klokkan 15 og 17. Síðani verður beinleiðis frásøgn frá U21-landsdystinum og A-landsdystinum, umframt 3. Hálvleikur aftaná.
##ms##