Myndir: Fyrsti ljóðtúrurin hevur verið

Í gjár var fyrsti ljóðtúrurin í Vági gjørdur, og vóru tað eini 20 fólk, ið gingu henda fyrsta ljótúrin vestur á Eiði.

Nú ber til hjá vágbingum og vitjandi at hoyra ljóðbrot í meðan tey eru til gongu. Ljóðbrotini, ella ljóðtúrarnir sum teir nevnast, eru fortald av vágbingum um ymist í Vági.

 

Í gjár var fyrsti ljóðtúrurin í Vági gjørdur, og vóru tað eini 20 fólk, ið gingu henda fyrsta ljótúrin vestur á Eiði, meðan lurtað varð.

 

Túrarnir eru nú tøkir hjá øllum at royna.

 

Tað eru vágbingar sum hava lagt rødd og søgur til teir 5 túrarnar. Tað er ein longri túrur á 25 minuttir, og síðani eru 4 smærri túrar, sum eru knýttir at støðunum Vágseiði, viðarlundini, Eggjunum og fjørðinum.

 

Í fjør heyst skipaði Vágs Kommuna fyri eini størri listaverkætlan saman við trimum listafólkum. Burturúr hesi listaverkætlan kom nógv ymist og forkunnugt burturúr. Flest av hesum er sýnt fram ímeðan listaverkætlanin var í gongd. Eitt, sum kom burturúr úr listaverkætlanini og sum fyrst nú verður alment, eru ljóðtúrar, sum á enskum verður nevnt audio walks.

 

Ljóðtúrarnir kunnu hoyrast við at skanna QR-koturnar á nýggju, bláu skeltunum, sum eru sett upp ymsa staðni í Vági.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

Myndirnar tók Finn Johannessen