Farmaskipið Hasfjord, sum Strandfaraskip Landsins hava keypt til at stuðla undir farmaflutning til og úr Sandoynni, hevur royndarsiglt í Skopunarfirði í dag, og skipið hevur eisini roynt atløgurnar á Gomlurætt og í Skopun.
Stutt fyri, at Teistin fór av Gomlurætt klokkan 15.50 í dag, hevði Hasfjord loyst á Gomlurætt og fór siglandi vestur í fjørðin. Tá Teistin síðan nærkaðist skopunarlandinum, fór Hasfjord siglandi suðuryvir, og tá tóku vit viðheftu myndir.
Líkindini í dag vóru hampiliga góð, men at síggja til tekur skipið seg væl út í sjónum, og myndirnar vísa eisini, at her hvítir frá bógnum. Vónandi fer Hasfjord at roynast á hesi farleið, her tørvurin á flutningskapasiteti er stórur.
##med2##
##med3##
##med4##