Í dag hevur sitandi bygdarráð í Skopun havt sín seinasta fund, og hetta var soleiðis seinastu ferð, at Gerhard Lognberg sat við borðendan á einum bygdarráðsfundi.
Gerhard, ið hevur sitið sum borgarstjóri í Skopunar kommunu út í eitt síðan hin 1. januar 1993, stillaði ikki uppaftur á kommunuvalinum hesaferð.
Eftir henda seinasta fundin í bygdarráðnum hjá sitandi kommunustýrislimum, varð skipað fyri almennari móttøku og heiðursløtu fyri Gerhardi Lognberg.
Nógv fólk vóru til løtuna, og her vórðu fleiri røður hildnar. Øll høvdu á orði tann týdning, sum fráfarandi borgarstjórin øll hesi mong ár hevur havt fyri Skopun.
Her eru nakrar myndir frá heiðursløtuni í dag, har Skopunar kommuna - tó uttan, at Gerhard Lognberg sjálvur visti av hesum - beyð til almenna móttøku.
Hin 1. januar 2025 tekur Marjun S. Debes við sum borgarstjóri í Skopunar kommunu.
Lesið eisini tað, sum Irdi Mittelstein, umsitingarleiðari, segði, tá hon heilsaði fráfarandi borgarstjóranum - https://www.in.fo/news-detail/tad-er-maer-ein-gata-tu-hevur-hildid-eg-ut
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##
##med28##
##med29##
##med30##
##med31##
##med32##
##med33##
##med34##
##med35##
##med36##
##med37##
##med38##