Myndir: Hugnaløta á Norð Festivalinum

Dagurin í dag byrjar klokkan 10 við ókeypis morgunmati, áðrenn Trølla Pætur og Omman fara at undirhalda í stóra tjaldinum. Klokkan 12.30 fara viðingar, eins og gjørt hevur verið hini bæði árini, at fletta eina kúgv

Í samband við Norð Festivalin, sum er á Viðareiði í dag, var hugnaløta og felagssangur fyri festivalgestum á Hotel Norð í gjárkvøldið.

 

Tað vóru Jóanis Erik Køtlum, Eyðun Hansen, Eyðun á Lakjuni og Dávur Heinesen, sum stóði fyri undirhaldi og tónleiki.

 

Tá kvøldið leið, spældu Tónar til dans.

 

Dagurin í dag byrjar nú longu klokkan 10 við ókeypis morgunmati fyri øllum gestum, áðrenn Trølla Pætur og Omman fara at undirhalda fyri børnunum í stóra tjaldinum klokkan 11.15.

 

Spælilandið, sum er skipað í samband við Norð Festivalin, letur upp á middegi í dag, og klokkan 12.30 fara viðingar, eins og gjørt hevur verið hini bæði árini, at fletta eina kúgv.

 

Á Hotel Norð letur eisini ein vælsmakkandi buffét upp í dag klokkan 15. 

 

Seinnapartin í dag og til langt út á náttina verða nógvar tónleikaframførslur á Norð Festivalinum. 

 

Uni Debess leggur fyri á terassuni á Hotel Norð klokkan 15, og seinasta konsertin á Norð Festivalinum verður við Adrenaline á stóra palli í nátt klokkan 02.30.

 

Birgir W. Høgnesen tók myndirnar.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##