Í løtuni eru um 450-470 metrar eftir at sprongja og ætlanin er, at tunnilin verður skotin ígjøgnum seinast í mars.
Húsareynstunnulin verður 1705 metrar langur. Breiddin í tunlinum er 10,5 metrar, sí hjáløgdu tekning.
Arbeiðsfólkið hjá Articon, sum bora Húsareynstunnilin, hava havt eitt baks við at koma í gjøgnum tað, tey rópa »Argjaflónna«. Tað er royðulindin, sum gongur ígjøgnum Húsareyn.
Vanliga eru slíkar lindir millum hálvan og ein metur, men Argjaflógvin er seks metrar tjúkk. Meginparturin av henni er leir og sandsteinur, so tað er óstabilt tilfar. Serliga, har flógvin gongur ígjøgnum loftið á tunlinum má arbeiðast varliga.
Alt má tryggjast væl fyri at koma ígjøgnum slíkt tilfar. Boltarnir skulu vera longri, betonglagið skal vera tjykkri, og armeringin skal eisini vera sterkari.
Argjaflógvin hevur darvað arbeiðinum við Húsareynstunlinum, tí eftir ætlan skuldu teir verið komnir í gjøgnum við tunlinum nú um mánaðarskiftið januar-februar – men tað verður, sum Tórshavnar kommuna nú báðar frá, í næsta mánaði.
Myndirnar tók Ólavur Frederiksen.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##