Myndir: Krígsskipið USS Ross í býarmyndini í Runavík

Her eru nakrar myndir frá amerikanska skipinum

Tað var um 10 tíðina í morgun, at amerikanska krígsskipið USS Ross kom á Runavík. Skipið er komið hendan vegin fyri at bunkra og sleppa sær av við burturkast, umframt møguliga at fáa proviant.

 

Hetta er allarhelst liður í stóra ynskinum hjá USA um at sleppa at brúka føroyskar havnir, tá amerikansku herskipini sigla í Norðuratlantshavinum og Arktis. 

 

Til ber at lesa meira um hetta á leinkjuni HER.

 

Men vit hava fingið nakrar myndir av USS Ross í Runavík. Magnar Ennistíg hevur lagt leiðina framvið og tikið nakrar myndir. Hann slapp ikki heilt framat skipinum, men tað eydnaðist kortini at fáa nakrar myndir av amerikanska destroyaranum. Myndirnar eru at síggja her:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

USS Ross fer avstað aftur í morgin einaferð.