Myndir: Móttøka á Steno Miðstøð Føroya

Á Steno Miðstøð Føroya í dag vórðu røður, og her var ymiskt ábit og leskandi, eins og Guðrið Hansdóttir sang og spældi.

Seinnapartin í dag var móttøka á Steno Miðstøð Føroya, sum nú er sett á stovn á Landssjúkrahúsinum. Móttøkan var í Útistovu í ambulatoriinum, og tað er eisini hesin bygningur, sum fyribils kemur at hýsa miðstøðini.

 

Margit Stórá, sum er landsstýriskvinna í heilsumálum, bar fram eina heilsan. Hon vísti á, at hetta verður ein nýggjur máti at arbeiða uppá, og hon legði aftrat, at Steno Miðstøðin um nøkur ár fær ein nýggjan bygning at húsast í.

 

Hon nevndi eisini tað stóra arbeiðið, sum liggur aftanfyri samstarvsavtaluna og stovnseting av miðstøðini og fegnaðist um, at hølini, har miðstøðin fyribils húsast, nú eru fingin so fræg sum tilber. 

 

Kaj Leo Holm Johannesen, sum var landsstýrismaður í heilsumálum, tá samstarvsavtalan við Novo Nordisk Fonden um at stovna Steno Miðstøð Føroya varð gjørd, var eisini til móttøkuna í dag.

 

Tískil helt Margit Stórá fyri, at tað kanska er undarligt, at júst hon sum landsstýriskvinna í heilsumálum skuldi taka orðið í dag, nú tann, sum skrivaði undir avtaluna, eisini var til steðar.

 

Men, tá svaraði Kaj Leo Holm Johannesen brosandi til, at "tað er betri, at tú stendur har..."

 

Landsstýriskvinnan segði, at Steno Miðstøðin er eitt stórt framstig, sum framhaldandi verður ment, og hon vísti á, at endamálið við miðstøðini er at styrkja viðgerð av diabetes og endokrinologi og gransking sum heild.

 

Samstarvið við Novo Nordisk Fonden er galdandi í 10 ár og verður fíggjað við tilsamans 123 miljónum krónum. Samstarvsavtalan fevnir um eina røð av viðgerðartilboðum og fyribyrgjandi átøkum.

 

Herborg Johannesen og Jens Andreassen, yvirlæknar, søgdu eisini nøkur orð við móttøkuna, og seinni fara vit at venda aftur til ymiskt av tí, sum sagt var á Steno Miðstøð Føroya seinnapartin í dag.

 

Á móttøkuni var eisini ymiskt ábit og leskandi, og Guðrið Hansdóttir sang og spældi. Høvið var eisini at síggja hølini, har miðstøðin fyribils húsast.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##