Myndir: Nú er opið hjá Reyða Krossi í Vági

Í gjár var samkoma í hølunum á Gørðunum í Vági, ið verða nevnd Savnið á Gørðunum.

 

Hetta var í samband við, at nýggi endurnýtsluhandilin hjá Reyða Krossi nú er opin. Handilin heldur til í kjallarahølunum undir handilshølunum á Gørðunum. Tað, sum millum manna hevur verið rópt Kjøtkjallarin.

 

Bjarni Johansen, borgarstjóri, og Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroyar, høvdu orðið, og fegnaðust um, at stig er tikið til henda handilin, har brúkslutir og innbúgv kann verða endurnýtt og koma øðrum til góða.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Bjarni Johansen, borgarstjóri, Barbara Vestergaard, stigtakari, og Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi.