Putin hevur eina ferð áður vitjað Norðurkorea. Tað var í 2000. Tað var, bara fáar mánaðir eftir at hann hevði tikið við sum forseti í Russlandi. Ta ferðina hitti hann pápa Kim, Kim Jong-il.
Áðrenn Putin lendi á flogvøllinum í Pyongyang, frættist úr Kreml, at Putin og Kim Jong-un undir vitjanini fara at skriva undir eina umfatandi avtalu um samstarv millum bæði londini.
Putin rósar Norðurkorea fyri dyggan stuðul – millum annað í Ukraina.
Norðurkorea tók ímoti Putin við reyðum leypara, rósum og veittrandi fólkamongdum og lovar nýtt, blómandi tíðarskeið.
Russiski forsetin, Vladimir Putin, fegnast um stuðulin úr Norðurkorea á fleiri politiskum økjum, eitt nú Ukraina.
Tað sigur Putin í dag í sambandi við ríkisvitjanina í norðurkoreanska høvuðsstaðnum, Pyongyang,s krivar russiska tíðindastovan RIA.
71 ára gamli russiski ríkisleiðarin fekk eina heita móttøku í lítla grannalandinum.
– Vit virðismeta tykkara avgjørta og ósvikaliga stuðul til russiskan politikk, eitt nú tá tað snýr seg um Ukraina, segði Putin millum annað.