Um gott 17-tíðina í dag stevndi nýggi og snotuligi Eysturbúgvin, sum P/F Vørustíggjur hevur keypt úr Noregi, fyrstu ferð á Sand.
Skipið er skrásett í Húsavík og kemur í flotan fyri gamla Eysturbúgvan, sum sakk á fiskileið fyri skjótt einum ári síðan.
Nógv fólk var og tók ímóti í heldur illsliga og gráa veðrinum, sum hevur verið í dag og sum eisini var hesa løtu.
Tá skipið hevði lagt til bryggju, varð boðið til móttøku inni á fiskavirkinum, har røður vórðu hildnar og sangir sungnir.
Her var flott lagkøka á borðinum við navninum - Eysturbúgvin - á, og her var bæði etandi og leskandi.
Tað var eitt stórt tal av fólki, sum tóku ímóti Eysturbúgvanum og vildu ynskja eigarum og manning tillukku við nýggja skipinum.
Tá løtan á fiskavirkinum var liðug, og fólk høvdu fingið sær av vældekkaða borðinum, var høvi at sleppa umborð at síggja skipið.
Nýggi Eysturbúgvin, sum hevur tvey trolspøl og RSV-tangar, er útgjørdur til fiskiskap eftir bæði botnfiski og uppsjóvarfiski.
Gulllaksavertíðin liggur nú fyri framman, og ætlanin er at fara á gulllaksaveiði í summarhálvuni.
Eysturbúgvin hevur gulllaksaloyvi og eigur eisini nøkur tons at sild og makreli, eins og skipið hevur vanligt botnfiskaloyvi.
...
Siglir tú lívsins hitt stormandi hav, langt frá tí lukku, tín barndómur gav,
frá teim foreldrum, ið elskaðu teg, og sum teg lærdu um Frelsarans veg?
Siglir tú lívsins hitt stormandi hav? Steðga nú vinur, tú veitst ikki av,
fyrr enn teg deyðin kann taka í favn, ov seint er tá til at leita í havn.
...
Hesin sangur varð sungin við móttøkuna, og hin sangurin var "Boðar tú til allar tjóðir..."
Hendingin, tá Eysturbúgvin eftir lítlari løtu sakk á fyrsta gulllaksatúri í fjør, varð tikin fram í øllum røðum við móttøkuna í dag.
Tað var eitt undur, at eingin læt lív, og sagt varð við móttøkuna, at manningin vísti góðan sjómansskap í truplu støðuni, teir vóru í.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##