Leygardagurin er gjarna festivaldagurin til tey yngru. Trøllaomman, Angela og Hannibal og annað hava verið í Silvalandi longu fyrr í dag. Men størsta barnatiltakið er tó konsertin á Vágsbøi kl. 17 við danska sjarmørinum kendur úr X-Factor og Melodi Grand Prix, nevniliga Basim.
Tað er ikki at taka munnin ov fullan, tá man sigur, at Basim er einasti X-Factor luttakarin, ið hevur havt succes aftan á X-Factor kappingina. Tí skilir man, at fleiri føroyskir fjepparar hava tikið ein tíma úr kalendaranum fyri at møta ein tíma undan konsertini fyri at tryggja sær gott pláss.
Veðrið er ikki tað besta. Regnar, men ongin vindur og rímiliga lýtt. Men fjeppararnir hjá Basim hava bíðað í tolni, og veðrið darvar ikki teirra góða lagið, tí hvat skaða ger eitt sindur av regni í síðsta enda, tá man sleppir at uppliva eina stjørnu?
Konsertin hjá Basim verður kl. 17 og er tann fyrsta á Vágsbøi í dag.