Í dag, 8. juni, er altjóða útibindidagur.
Hetta gera tey á Sandi burturúr í dag við einum serligum útibinditiltaki uttan fyri kommunuskrivstovuna.
Kommunan bjóðar kaffi og køkur, og her eru fleiri kvinnur - ungar sum tilkomnar - savnaðar í morgun.
Á tiltakinum, sum byrjaði klokkan 10 og varar til middags í dag, eru øll hjartaliga vælkomin.
Vit vóru ein túr framvið og tóku nakrar myndir. Her er væl av fólki - veðrið er gott, og tað er lagið eisini.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##