info
Ongi úrslit

Myndir: Veðragildi á Sandi

Siðvenjurnar eru ymiskar kring landið, og ymiskt er eisini, hvat gjørt verður burtur úr skurðinum – serliga, tá tað eru veðrar, sum verða flettir.

Vilmund Jacobsen
30. september 2023 kl. 19:08

Tað vanliga er í bygdum og oyggjum, har menn hava seyð, at heimaseyðurin – um heimaseyður er - verður tikin, tá septembermánaði fer at halla. Síðan verða fjøllini gingin eitt sindur seinni, og í heystfrítíðini er serliga nógv virksemi við fjallgongu og fletting.

Í Sandoynni verður nógv gjørt burtur úr, tá veðrar verða flettir, og her er vanligt, at menn og familjur hjálpa hvørjum øðrum. Tá fellir alt lættari, og fletting og upptøka verður í flestu førum eitt spæl. Soleiðis var eisini á Sandi í kvøld, tá 11 veðrar vórðu flettir. 

Tað er ikki ókent eitt slíkt kvøld, at onkur leskar sær uppundir døgurðan, sum húsmóðirin ger, tá flettingin av veðrunum liðug, og bert er eftir at rudda kjallaran ella bilhúsið. Tá øll krovini eru komin upp at hanga, og fráfall er koyrt burtur, verður sessast til búgvið borð. 

Eitt veðrakvøld í Sandoynni kann vera eitt rættiliga hugnaligt og spennandi kvøld. Eru stórir veðrar ímillum, verða hesir ofta teir seinastu, sum verða flettir, og tá kann vera stórur spenningur um vekt. Soleiðis var eisini á Sandi í kvøld.

Hin størsti veturgamli í kvøld vigaði 72 pund, og hin næst størsti vigaði 65. Veðrarnir lógu úr 45 og upp í hesi 72 pundini, teir flestu í 50-unum. Hetta er heimaseyður, sum at kalla hevur klárað seg sjálvan í gerðinum. 

Í stóra bilhúsinum, har flettingin fór fram, vóru fýra flettingarborð og fleiri skjótir og raskir flettarar, sum tóku eitt ella fleiri tøk. Skjótt gekk, og eftir fáum tímum varð alt fingið frá hondini, og krovini komin í hjallin at hanga. 
Eitt slíkt kvøld verður nógv gjørt burtur úr heima hjá familjuni, har flett verður. Nú alt er liðugt uttandura, bjóðar húsmóðirin til búgvið borð. Hon hevur stákast allan dagin við mati, og nú allir eru sessaðir, vantar einki.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk


 

Mest lisið hesa vikuna

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

Í gjár kl. 22:59

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Hvør lutur verður gjørdur við stórum nærlagni

Í gjár kl. 08:07

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Føroyar deila eitt javnleiks-met við tvey onnur landslið

6 tímar síðan
Tíðindi

Partrolarapørini eru øll til fiskiskap

7 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Danmark smurdi Portugal av

7 tímar síðan
Tíðindi

Demokratur vinnur guvernørvalið í Alaska

8 tímar síðan
Fótbóltur

B68 hevur sett nýggjan venjara

8 tímar síðan
Tíðindi

Sjey frystilínuskip fiska í føroyskum sjógvi

9 tímar síðan
Fótbóltur

Her er nýggi venj­ar­in hjá besta mans­lið­num hjá B36

9 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Neistin tapti seinna dystin móti Zug við 22 málum

9 tímar síðan
Hondbóltur

Óli og Jóhan vóru toppskjúttar -Teis vann á Magnusi

10 tímar síðan
Tíðindi

Beinir Johannesen: Vit hækka ikki skattir og gjøld hetta valskeiðið

10 tímar síðan
Tíðindi

Forkunnugar vitjanir í Betesda sunnudagin

10 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: VÍF vann á Team Klaksvík

10 tímar síðan