Ómynduggerð ? Verjar

Javni hevur sent øllum løgtingslimum soljóðandi skriv:

Mikudagin 20.04.05 verður skrivligur fyrispurningur frá løgtingsmanni Finni Helmsdal til landsstýrismannin í innlendismálum Jógvan við Keldu um ómynduggerð og verjar svaraður á Føroya Løgtingi.
Galdandi lóg á økinum fyri Føroyar er ein donsk lóg frá 1922, sum gevur teimum, ið tørva verja, eina óvirðiliga og sera trupla viðgerð, sum oftast viðførir ómynduggerð. Galdandi lóg fyri sama øki í Danmark er frá 1995, sum gevur teimum, ið tørva verja, eina virðiliga og sera lætta viðgerð, sum sera sjáldan viðførir ómynduggerð. Henda nýggja danska lógin kann við kongligari fyriskipan setast í gildi fyri Føroyar, (sí grundgevingarnar hjá Finni Helmsdal fyri fyrispurninginum á heimasíðu Føroya Løgtings). Javni hevur í tolni bíða eftir tí nýggju føroysku lógini, sum hevur verið lovað okkum nú í meira enn trý ár.
Innlendismálaráðið upplýsir, at arbeitt verður við málinum, men at hetta er eitt stórt og tíðar-krevjandi arbeiði. Og at tað tí onki kann sigast um, nær vit kunnu vænta eina nýggja føroyska lóg.
Landsstýrismaðurin í innlendismálum Jógvan við Keldu sigur í viðmerking til hetta málið í Dimmalætting nú ein dagin, at hann helst vil hava alt familjurættarliga økið (heruppií er so eisini lógin um ómynduggerð og verjar) yvirtikið á føroyskar hendur fyrst.
Vit síggja alt oftari, hvussu óvirðilig okkara gamla danska lóg er fyri tað fólkið, Javni umboðar. Tí loyva vit okkum at heita á tygum sum løgtingslim at virka fyri, at vit, meðan vit bíða eftir einari møguligari nýggjari føroyskari lóg, fáa ta nýggju donsku lógina fyri hetta økið setta í gildi fyri Føroyar. Sambært okkara upplýsingum frá sakkunnleikanum er hetta lætt og lítið arbeiðskrevjandi at gera - so at siga bert ein avgreiðsluspurningur.
Vit loyva okkum at gera vart við, at hesaferð snýr áheitan Javna seg ikki um nakað, sum kann fara at tyngja fíggjarliga - men einans forstáilsi fyri, at ein frammanundan í so mangar mátar skerdur samfelagsbólkur ikki framhaldandi fer at fáa eina óvirðiligari viðferð enn neyðugt, bara tí at okkara lóggevandi ting ikki kann seta eina nýggja danska lóg í gildi í staðin fyri eina avgamla danska lóg - meðan bíða verður eftir einari møguligari nýggjari føroyskari.
Hetta skriv er sent øllum løgtingslimunum. Tað verður eisini sent teimum báðum størstu føroysku bløðunum fyri kanska á tann hátt at fáa onkran, sum kennir trupulleikarnar, núgaldandi lóg kann viðføra, frá dagliga lívinum, at hjálpa okkum við at ávirka myndugleikarnar til at fáa nýggju donsku lógina setta í gildi beinanvegin.
?????
Vegna starvsnevnd Javna,
Malena Arnholdsdóttir, form. Torfinn Hentze, starvsnevndarl.