Mamma 47 ára gamla, Aleksej Navalnyj, sum herfyri doyði í russiskari fangalegu, segði fyrr í dag, at hon hevur fingið eitt ultimatum frá russisku myndugleikunum.
Ljudmila Navalnaja, sum er navnið á mammuni, sigur, at hon noyðist at góðtaka, at jarðarferðin hjá soninum verður í loyndum. Annars verður sonurin jarðaður í fangaleguni.
Hetta upplýsti talsfólkið hjá Ljudmila Navalnaja sambært Reuters í dag.
Sambært talsfólkinum hevur mamman sýtt fyri at góðtaka hetta og sigur, at hetta ikki er samsvarandi lógum landsins.
Í gjárkvøldið váttaði Ljudmila Navalnaja, at hon hevur sæð líkið av soni sínum, sum hon í fleiri dagar stríddist fyri at sleppa at síggja.
Tá fekk hon eisini at vita frá russisku myndugleikunum, at teir vilja hava, at Aleksej Navalnyj verður jarðaður í loyndum og uttan nakra almenna jarðarferð.
Tá hon slapp at síggja sonin, fekk Ljudmila Navalnaja eisini at vita, at um hon ikki góðtók eina jarðarferð í loyndum, vilja myndugleikarnir sjálvir gera "nakað" við líkið av Aleksej Navalnyj.