Mynstringin á Carlton brand-ólóglig

Mynstringarlistin á Carlton er ólógligur, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum

Tað er lítið skil á mynstringarlistanum hjá Carlton, nú hann er farin til fiskiskap.

Tað staðfestir Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum.

Við Rás2 í morgun staðfesti hann rætt og slætt, at mynstringarlistin er brand-ólógligur, sum hann tók til.

- Her hava vit eitt púrasta feskt dømi upp á eina brand-ólógliga mynstring, segði hann.

Fyri tað fyrsta kom mynstringarlistin ikki undan kavi fyrrenn Carlton hevði verið til fiskiskap í eina viku.

Men tá ið hann so kemur undan kavi, samsvarar hann ikki við manningarlistan.

Eftir mynstringarlistanum eru ongir dekkarar við Carlton á hesum túrinum. Bara yvirmenn, fyrsti, annar, triði, fjórði stýrimaður, fleiri maskinmenn og ein kokkur.

Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum sigur, at summir av teimum, sum standa mynstraðir sum maskinmenn, hoyra heima aðrastaðni umborð enn í maskinrúminum.

Hann heldur ikki, at hetta er eindømi í okkara heimaflota.

- Tað vísir seg, at tað kunnu ganga rúm tíð, áðrenn mynstringarlistarnir koma fram til mynstringarmyndugleikanum.

- Her eru fleiri viðurskifti, sum halta. Eitt er, at mynstringarmyndugleikin, sum eru sýslumenninir, hava ein trupulleika. Men eisini eftirlitsmyndugleikin, sum er skipaeftirlitið, hevur ein trupulleika, helt hann fyri á Rás2 í morgun

Páll Hansen heldur tí, at tað er neyðugt at taka hesi viðurskifti í nógv størri álvara.

Hann heldur, at vit eiga at dagføra mynstringarlógina og at skipa fyri eini talgildari mynstring, tí hann heldur, at tað kundi hjálpt munandi upp á trupulleikan.

Hann vónar at mynstringarlógin nú verður tikin upp til politiska viðgerð.

Í ringasta føri kunnu vit koma í ta støðu, at vit vita ikki, hvør er umborð á einum skipi í eini vandastøðu og tí hevur tað ómetaliga stóran týdning, at mynstringarlistin er fullfíggjaður.

Tað eydnaðist ikki Ras2 og Sosialinum at fáa eina viðmerking frá sýslumanninum í Klaksvík, áðrenn blaðið fór til prentingar.