Støðugt fleiri myntir, sum lýsa tann svenska kongin, Carl Gustaf, sum horubukk, koma í umfar í heimlandi hansara. Tær fyrstu myntirnar við orðunum "Vår horkarl til kung" komu undan kavi í Piteå tíðliga í summar, men nú skriva svenskir fjølmiðlar, at myntirnar eru eisini í umfari aðrastaðni kring landið.
Eitt nú veit svenska sjónvarpið at siga frá einum manni í Skåne, sum fekk tríggjar myntir av hesum slagnum, tá hann fekk pengar aftur í einum handli í býnum Höör. Maðurin sigur við sjónvarpið, at hann ætlar sær at goyma myntirnar, tí hann væntar, at tær fara at fáa størri virði seinni.
Svenski ríkisbankin hevur boðað frá, at tað er ólógligt at koyra slíkar myntir í umfar, og bankin vil hava fólk at fara til løgregluna, um tey fáa slíkar myntir.