Tann 3. mars var tann 22 ára gamli Anders Mark Hansen funnin myrdur, helst bæði kvaldur og sligin, í Fællesskoven uttan fyri lítla býin Lyderslev á Sælandi. Hann lá við síðani av bili sínum, tá hann var funnin.
Ein maður er nú handtikin í málinum, sum fær nógva umrøðu í donskum miðlum.
Í gjár fór Anders Mark Hansen so til gravar. Ekstrablaðið skrivar, at hann var jarðaður við tónunum av yndissangi sínum. Og yndissangur hansara var 'Hounds of Love' hjá Eivør Pálsdóttir.
Sambært Ekstrablaðnum var hetta sera rørandi.
Hetta var yndissangurin hjá Anders. Hann lurtaði eftir honum í tíð og ótíð, segði presturin, Per Vibskov Nielsen í gravtaluni.