Myrdur journalistur avdúkar píning

Seinasta blaðgreinin hjá myrdu blaðkvinnuni Onnu Politkovskaja er nú almannakunngjørd. Hon avdúkar, at nógvir mans hava verið píndir, fyri at fáa teir at viðganga morð.

Russiska blaðið Novaya Gazata prentaði fríggjadagin seinastu blaðgreinina hjá Onnu Politkovskajas, hóast hon ongantíð náddi at skriva greinina lidna. Hetta skrivar vg.no.
Ætlanin við greinini var at prógva, at tjetjensk hermannalið pína sínar egnu landsmenn, og verður eitt nú endurgivið burturúr einum brævi frá einum manni, sum hevur verið píndur yvir eitt longri tíðarskeið.
Saman við greinini lógu myndir og brot úr filmum, ið vísa ókendar menn, sum verða píndir. Journalistar eru nú farnir undir at kanna, hvat síðani hendi við monnunum á filmsbrotunum, og hvør stendur aftan fyri illgerðirnar.
Bert tveir dagar áðrenn Anna Politkovskaja varð myrd, greiddi hon, í einari útvarpssamrøðu, frá, at hon kundi prógva, at tjetjenskt hermannalið ofta hava pínt landsmenn sínar. Nógv vilja vera við, at hetta er orsøkin til at hon varð myrd.