Myrkar knallertir

Fríggjakvøldið aftaná midnátt fekk politiið í Havn fráboðan um, at ein knallert koyrdi eftir landsvegnum norðuri í Sundi. Knallertin var myrk og hevði ongar lyktir og var tískil ógvuliga ring at síggja.
Tá politiið kom á staðið vóru teir báðir dreingirnir, sum sótu á knallertini, dotnir. Drongurin, ið sat á, hevði fingið onkrar smærri snuddir og varð tí koyrdur á skaðastovuna. Førarin verður skuldsettur fyri at koyra við kenning.
Politiið hevur annars ikki so nógv stríð av øllum knallertunum og skutarunum, sum vit síggja nú fyri tíðina.
? Vit fáa onkrar fráboðanir viðhvør tum, at fólk verða órógvað av teimum, og tað kemur eisini fyri, at vit taka onkrar, sum eru broyttar og koyra skjótari enn loyvt, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
Eisini verða summi tikin fyri at koyra ófantaliga ? tað verið seg á gongubreytini og annað.
? Nógvir skutarar og nógvar knallertir verða tiknar fyri at vera broyttar. Hetta heldur ein dempara á tí heila, men hetta er bert í eina tíð. Ein fær ongantíð tikið øll.