Men! Tá nú manglandi signalið hjá danska TV-2 oyðilegði morgunin hjá 20.000-25.000 fótbóltsglaðum, føroyskum sjónvarpshyggjarum, og tá tað skjótt gjørdist greitt, at signalið ikki kom afturíaftur, átti ein at leita til onnur alternativ:
1) SVF kundi lagt seg eina løtu inn á svenska TV-4, sum eisini sendi dystin, so høvdu vit í hvussu er skandinavisk frásøgufólk til dystin millum Danmark og Frakland.
2) Um hetta ikki varð gjørligt, átti SVF at samsent seinna hálvleik millum Senegal og Uruguvei á DR, har vit samstundis - leypandi - øll høvdu verið kunnaði um gongdina í dystinum millum Danmark og Frakland.
3) Aðrar fylgissveinarásir sendu Danmark-Frakland, og kanska kundi SVF "lánt myndina" frá teimum eina løtu.
4) Vóru hesi 3 møguleikarnir allir ómøguligir at gjøgnumføra, hevði verið møguligt at fara inn á danska P3-útvarpið á alnótini. Og lagt beinleiðis donsku fótbóltsfrásøgnina frá P3 inn á ljóðsporið samstundis, sum vit høvdu svarta skermin við standard-fráboðanini, um manglandi fylgissveina-sambandið! Og hví bleiv ikki skrivað á skermin hvat støðurnar vóru í báðum dystunum?
Á fiskivinnuøkinum hava norðmenn altíð roynst føroyingum boysnir. At so ein norskur trolari skuldi oyðileggja okkum henda søguligu norðurlendska fótbóltsmorgunin, er besta dømi um: "At bert er bróðirleyst bak!".
Annars hevði stundum ikki bilað, um Tórður og Øssur hvíldu seg í hálvleikinum, og loyvdu teimum enn meira kønu studio-vertunum hjá TV-2 og DR framat í hálvleikssteðgunum. Vit virða vælmeinta innsatsin sera nógv, men tað hevði verið forfrískandi at hoyrt okkurt annað enn: "Vit fara at senda 2. hálvleik, so skjótt hann byrjar aftur!".
Annars eini góð ráð til teir sjónvarpshyggjarar, ið ikki hava parabol. Oyðileggja 4 norskir línubátar fjórðingsfinalurnar, oyðileggja 2 norskir partrolarar hálvfinalurnar, ella oyðileggur 1 stórur trolari hjá Kjell Inge Røkke HM-finaluna, so stilla útvarpstólið á 693 MW, ella 909 MW. Har hoyrist BBC-5, og teirra framúrskarandi frásøgumenn og serfrøðingar. Teir bjargaðu so okkum 7 monnum, ið sótu saman og hugdu (eftir 1. hálvleiki:) Danmark-Fraklandi frá tí ultimativu katastrofuni!
Spenningurin er stórur, um hvør gerst Heimsmeistari! Vónandi Danmark ella Svøríki. Men spenningurin um hvør fær ársins neyðrakett, er heldur lakari. Man norski trolarin ikki hava onkra umborð?