Í gjárkvøldi varð ein súkklari steðgaður av løgregluni við Sund.
Viðkomandi var farin ein longri túr, og varð ílatin endurskinsvest, men hevði ikki fest sær ljós á súkkluna.
Sambært ferðslulógini, skulu akfør á vegum hava ljós tendra, tá ið sólin setir, og tískil steðgaði løgreglan súkklaranum, og skrivaðu hann niður.
Súkklarin segði myrkrið verða komið óvart á hann, og tískil hevði hann als ikki hugsað um at hava ljósini við, boðar vakthavandi frá.