Myrkrið tódnar

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Tað er ein stór avbjóðing at búgva í Føroyum. Hugsi ikki um vánaligar politikarar ella máttleys fakfeløg ella kroniska tosið um kreppu.

Nei, eg hugsi um veðrið, óveðrið. Myrkur og stormur og avfall og hálka í mánaðir eru við at gerast ein ov stór avbjóðing.

Føroyingurin er beindovin varð sagt í einum filmi um Føroyar í trýssunum, meðan vit síggja allar bilarnar í miðbýnum í Havn. Teir vóru líka nógvir tá í gøtuni, sum nú skal eitast at vera gongugøta.

Tað er ikki so løgið, at allir føroyingar eiga bil, hóast kreppan er kronisk, tí tað er snøgt sagt ikki gangandi.

Í Føroyum eru bilar ikki bara eitt flutningstól, teir eru eisini veðurverja.

Tað er einki annað at gera enn at venja seg við veðrið, tí tað verður ikki øðrvísi. Ferðavinnan kann selja veðrið, tí nørdar eru, sum gjarna vilja gjalda fyri at uppliva ringt veður. Og tað er tað einasta føroyska ferðavinnan kann veita 100 prosent vissu fyri, illveður.

Fólk elska kappingar, so ein vøra hjá ferðavinnuni kann vea at lata ferðafólk vedda um, hvussu leingi ber til at ganga úti uttan at fáa karm.

Og vit skulu vera góð við SEV, tí haðani kemur okkara einasta ljós helvtina av árinum. Ótrúligt, at bara fimm prosent koma frá vindi. Men vindmyllurnar tola sum skilst ikki allan vindin.

Tey siga annars, at tað er einki stuttligt har, sum sólin altíð skínur og veðrið altíð er gott. Tað er ov monotont. Okkara veður er ikki ikki monotont, tað er fjølbroytt. Ikki altíð líka stutt millum ælini, og vit hava bæði hvassan vind, skrið, storm og ódn, regn, vátakava, hegling og kava. Úrvalið er stórt. Og veðrið er føroyskt, tað er yvirtikið. Og heimasíðani vedrid.fo er framvegis á donskum.

Veðurtíðindi eru eisini tíðindi, tíðindi uttan sólskinssøgur.

Tað ber eisini til at venja seg við mótgang og mótvind við at fara út at ganga móti útsynninginum.

Hoyrdi nú ein dagin orðið logn. Visti ikki, hvat tað merkir, so eg fór í orðabókina. Jú, orðið finst í føroyskum. Logn er eingin vindur, stilli, vindferð 0,0-0,2.

Eitt eitur svartalogn. Eg veit bara um svartakálk.

Politikararnir fegnast um lortaveðrið, sum teir sjálvir hava yvirtikið við tí endamáli at fáa fólkið at ilskast um annað enn førda politikkin.

Tað er sum í DDR á sinni, fólk rýma. Men fyrst geva tey landsstýrinum skyldina fyri, at tað er so dýrt, so dýrt at sleppa av landinum. Hvør skal siga, landsstýrið leggur so nógv avgjøld á ferðaseðilin, at ikki øll hava ráð til at rýma. Ein einvegis ferðaseðil er upp á seg dýrari enn afturogfram.

Handan mýtan um dýrar ferðaseðlar verður ikki manað niður.

Gamla Norrøna var flóttafólkaskip. Nú siglir hon fólk til Himmals. Kanska hon kann gera eitt rend hendanvegin eftir fólki. Latið okkum biðja fyri tí.

Tosið um at fáa føroyingar heimaftur heldur fram uttan úrslit líka til dómadagin, og tá er ov seint anyway.

Og tað er ikki bara undan veðrinum fólk rýma. Grasið er grønt aðrastaðni. Hjá okkum er tað hvítt fimm dagar um vikuna.

Enn hevur veðurlagspolitikkurin hjá einum samdum løgtingi ikki gjørt veðrið betri. Samgongan kann ikki lova undanvind á súkklubreytum, tí vit hava ongar. Hon lovar undanbrekkur, men vit ganga bara í skeiva ætt og fara síðani bóltandi á bláman.

No bad feelings. Myrkrið tódnar og turt er millum ælini.

Men, hvussu kann whisky smakka runt úr einum fýrakantaðum glasi, spurdi maðurin, sum drakk Cragganmore úr einum Jack Daniel´s glasi.