Mytur um klænking

Sjálvt um light-vørur eru kaloriufátækar, kunnu hesar saktans snýkja nógvar kaloriur inn undir húðina á tær. Flestu ”kompensera” lítlu nøgdina av kalorium í light við at eta fleiri kaloriur í øðrum mati

Tað er ikki alt, tú lesur um klænking, sum tú skalt trúgva. Nógvar mytur eru nevniliga um klænking.
Á heimasíðuni www.iform.dk verð­ur eitt nú spurt, um sukur fitar, um reyðvín er sunt ella ikki - og um reyðvín eisini fitar. Kunnu vøddar gerast um til fiti, og er tað rætt, at frukt ikki fitar. Gerst tú klænri av at drekka light - og er tað nú rætt, at fast­food fitar?
Hetta eru nakrir av spurn­ing­un­um, sum verða settir, og svarini eru at finna á heimasíðuni.
Nógv gott er at siga um tað at ren­na, men sum ráð móti klænking eru nógv góð - og betri - alternativ. Tú brennir fleiri kaloriur við at renna langt ella við at rógva innan­dura, og vandin fyri skaðum er lítil.
Samanumtikið kann sigast, at bes­ti hátturin at klænka seg er at gera tað, sum tú tímir at gera. Hug­urin at íðka hevur minst líka so stór­an týdning sum hátturin. Tímir tú ikki, gevur tað jú onga brenning av kalorium yvirhøvur.
At renna er ein góður háttur til motión, men tað kann vera trupult, tá tú ert liðug/-ur at íðka, ikki at eta fleiri kaloriur enn tær, sum tú hev­ur brent á rennitúrinum.

Light økir matarlystin
Sjálvt um light-vørur eru kaloriu­fá­tæk­ar, kunnu hesar saktans snýkja nógv­ar kaloriur inn undir húðina á tær. Flestu ”kompensera” lítlu nøgd­ina av kalorium í light við at eta fleiri kaloriur í øðrum mati.
Sjálvt tær vørur, sum eru heilt tapp­að­ar fyri kaloriur, eitt nú cola light, kunnu í síðsta enda gera, at vekt­in økist.
Ansvekjandi kanningar hava víst, at sterki søti smakkurin í eini light-vøru kann snýta blóðsukurið og soleiðis framprovokera eina ser­staka svongd og ein skríggjandi tørv eftir veruligum søtum vørum.
Hetta merkir, at tú í síðsta enda et­ur meira av øðrum.
Kelda: www.iform.dk